Jean-Claude Juncker leggur frá sær sum forsætisráðharri í Luxembourg, og samstundis leggur eisini stjórnin frá sær. Boðað er frá, at val verður í heyst.
Orsøkin til, at Juncker og stjórnin leggja frá sær, er ein fregnartænastugøla í lítla landinum, har serliga Juncker hevur staðið fyri skotum.
Hann hevur verið lagdur undir ikki at hava hildið fregnartænastuna, SREL, í nóg føstum tjóðri, og fleiri hava ákært SREL fyri ólógliga sneyting.
58 ára gamli Jean-Claude Juncker hevur staðið á odda fyri stjórnini í Luxembourg síðani 1995, og tilsamans hevur hann sitið í stjórnini í meira enn 30 ár.
Fyrra hálvár av 2005 var hann eisini formaður í Europaráðnum.