Danmark
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Undir valstríðnum upp undir fólkatingsvalið segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, at stjórnin fer ikki at fremja nakrar broytingar í teimum donsku vælferðarskipanunum í tí nýggja valskeiðinum.
Men tað gongur ikki, siga umboð fyri danska vinnulívið.
? Tað er sólarklárt, at tað er neyðugt við nýskipanum. Vit vita, at tað er ikki javnvág í vælferðarsamfelagnum, tí ein meðal dani fær meiri frá samfelagnum, enn hann sjálvur letur samfelagnum, skrivar stjórin í Dansk Industri, Hans Skov Christensen, í einari grein í Børsen. Hann mælir politikarunum til at fremja tær neyðugu broytingar yvir eitt longri tíðarskeið, heldur enn at tær skulu koma sum ein skelkur seinni.
Eisini formaðurin í Handel, Transport og Service, Niels Nygaard, vil hava stjórnina at fremja nýskipanir á vælferðarøkinum, og hann mælir andstøðuni til at medvirka til, at tað verður gjørt.
Longu undir valstríðnum boðaðu danskir búskaparfrøðingar frá, at vallyftini hjá stjórnarflokkunum um størri ágóðar lata seg ikki gera, uttan so onnur viðurskifti á vælferðarøkinum verða broytt.