Tjóðartingsval verður í Kanada tíðliga í mai, eftir at tingið hevur samtykt eina misálitisváttan á Stephen Harper, forsætisráðharra og stjórn hansara. Tað var tann liberali andstøðuflokkurin, sum legði uppskotið um misálitisváttan fram, og tá atkvøtt varð, fekk uppskotið eisini undirtøku frá flokkinum Bloc Quebecois og Nýggju Demokratunum, sum er ein flokkur á vinstravonginum.
156 tinglimir atkvøddu fyri misálitisváttanini, og 145 atkvøddu ímóti.
Enn er ikki ásett, nær nýval verður, men eygleiðarar vænta, at tað verður tíðliga í mai. Hetta verður tað fimmta valið í Kamnada eftir sjey árum, skrivar AP.