Stjórnin hevði vunnið fólkatingsval

Við stuðuli frá Danska Fólkaflokkinum hevði stjórnin varðveitt meirilutan, um val var til Fólkatingið nú. Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, og sum blaðið almannakunnger í dag.

Eftir kanningini høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin fingið 91 umboð í Fólkatingið, um val var nú. Sosialdemokratarnir, Tey Radikalu og SF høvdu fingið 84 tinglimir. Liberal Alliance, Kristendemokratarnir og Eindarlistin høvdu ikki fingið umboð.

Ta størstu framgongdina hevði SF fingið. Flokkurin hevur 19 fólkatinglimir, men hevði fingið 32, hevði fólkatingsval verið nú.