Stjórnin fekk onga ávaring

Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, heldur, at stjórin í Seðlabankanum, Davið Oddsson, var ov seinur at ávara stjórnina um ta álvarssomu støðuna hjá bankunum í 2008

Tað segði hon, tá hon bleiv avhoyrd sum vitni í tí serliga landsdómsmálinum ímóti undamnanni hennara, Geir H. Haarde, sum er ákærdur fyri at hava misrøkt sína skyldu sum stjórnarleiðari í sambandi við bankaskrædlið í 2008.

Jóhanna Sigurðardóttir greiddi frá, at á einum stjórnarfundi tann 30. september í 2008, kom Davið Oddsson inn at greiða ráðharrunum frá, at bankakervið var um at fara av knóranum.

-Hann segði okkum, at støðan var hættislig. Hann helt, at tað var neyðugt at skipa eina tjóðarstjórn, men tað vóru ikki øll, sum tóku undir við tí. Hann var algoystur, tá hann kom, men tað er ikki so løgið, tá hugsað verður um boðini, sum hann hevði at bera, segði Jóhanna Sigurðardóttir undir avhoyringini.

Ein av ákærunum vildi hava at vita, um seðlabankastjórin hevði ávarað stjórnina fyrr. Jóhanna Sigurðardóttir svaraði, at tað hevði hann ikki. Tað seinasta, sum stjórnin og onnur høvdu fingið at vita um støðuna hjá bankunum stóð í einum tíðindabrævi, sum Seðlabankin kunngjørdi á vári í 2008, og sambært tí stóð væl til í bankunum, svaraði forsætisráðharrin, sum hevði hug at verja undanmann sín:

-Geir gjørdi tað, sum stóð í hansara makt tá, segði hon undir avhoyringini.