Hóast Kaj Leo Johannesen umvegis fólkatingsmann í gjárkvøldið gav Bjarne Corydon, danska fíggjarmálaráðharranum, boðini um, at nýggja landsstýrið í Føroyum ætlar at fáa 200 millónir meira í ríkisstuðuli, so verða formellu boðini ikki handað stjórnini fyrr enn í dag.
Vit góðu stjórnini boðini óformelt í gjár, men eitt bræv verður sent í dag. Men eg trúgvi, at samráðingar skulu til, sigur Kaj Leo Johannesen.
Eygleiðarar hava mett tað sum eina ómøguliga uppgávu hjá Kaj Leo Johannesen at fáa hetta málið í gjøgnum í nakrari samgongu. Men tað hevur so kortini eydnast, hóast allir samstarvsflokkarnir hjá løgmanni vóru partar av tí fullveldissamgongu, sum í 2002 í samtykti, at blokkurin skuldi skerjast og fastfrystast.
Men í politikki ber alt til eisini at kúvenda frá einum máli, sum 28. oktober var eitt kardinalpunkt hjá Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum sí formansorðaskiftið kvøldið fyri valið á Youtube niðanfyri.
Men løgmaður sigur við Portalin, at hann væntar ikki, at tað er nóg mikið, at hann sendir stjórnini eitt bræv. Hann væntar, at samráðingar mugu til, áðrenn landsstýrið og stjórinin kunnu broyta avtaluna, sum ein meiriluti av nýggja landsstýrinum gjørdi í 2002 við donsku stjórnina um at lækka blokkstuðulin úr danska ríkiskassanum til føroyska landskassan.