Stjórnarskipanir og tann søguligi møguleikin

Í hesi grein verður greitt frá fólkaræðisligu gongdini seinastu árini. Hugtøkini konstitutionalisma og stjórnarskipan verða lýst. Eisini verður víst á tann søguliga møguleikan fyri at semjast um eina nýggja føroyska stjórnarskipan.

Tinghella

Fólkaræðisvøkstur
Støðan hjá nógvum londum er grundleggjandi broytt seinastu 50 árini. Fleiri lond vunnu sjálv¬stýri og gjørdust fullveldisríki. Fólkaræðishugsjónin hevur í stóran mun broytt til¬ver¬una bæði hjá samfeløgum og einstaklingum. Hugtøkini fólkaræði og frælsi hava verið nat¬úr¬lig¬ur partur av almenna og politiska orðaskiftinum kring heimin. Serliga aftan á, at kom¬mu¬nisman fall í Sovjetsamveldinum og Eysturevropu í tíðarskeiðinum 1989-1991, hava hesi bæði hug¬tøk¬ini verið nógv nýtt. Einaveldi fullu, og royndir at smíða frælsar, fólkaræðisligar skipanir vóru framdar í fyrrverandi kommunistisku londunum.
At smíða og evna til eina politiska skipan, sum skal staðfesta og seta á stovn fólkaræði, er ein hin størsta avbjóðingin, ið eitt fólk møtir. Hetta er serliga galdandi fyri tey lond, sum ikki hava havt nakra fólkaræðisliga siðvenju ella mentan. Hagtøl vísa tó, at til ber at smíða eina nýggja politiska skipan, sum tekur av gamlar, og ofta kúgandi, skipanir og skapa nýggja skip¬an, sum hevur sum endamál at tryggja frælsi hjá borgarum landsins. Hesar skipanir, sum hava frælsi sum endamál, eru aloftast grundaðar á verju av grundleggjandi rætt¬ind¬um, fólkaræði, valdsbýti (valdsavmarking) og løgræði. Slíkar stjórnarskipanir (grundlógir) hava veruliga vunnið frama kring heimin seinastu 50 árini.
Sambært kenda granskingarstovninum Freedom House (www.freedomhouse.org) er politiska frælsið økt munandi sein¬astu 30 árini. Stovnurin býtir upp heimin í tríggjar partar: frælsi heimurin, lutvíst frælsi heimum og ófrælsi heimurin. Í 1974 vóru 42 lond mett at vera fræls, 48 lond vóru mett at vera lutvís fræls og 63 lond vóru mett at vera ófræls. Tølini fyri 2004 vísa, at mun¬andi fleiri lond eru vorðin fræls. Í 2004 vóru 89 lond mett at vera fræls. Í 2004 var heimins fólka¬tal 6,4 mia. Av hesum búðu 2,8 mia. fólk (44 %) í frælsa heiminum, 1,9 mia. fólk (18,59 %) búðu í lutvíst frælsa heiminum og 2,4 mia. fólk (37,33 %) búðu í ófrælsa heim¬in¬um. Í 2004 búðu 2,8 mia. fólk (44 %) í frælsa heiminum í mun til 1,4 mia. fólk (24,83 %) í 1992. Hesi tøl eru áhugaverd og viðkomandi fyri ein og hvønn, sum hevur áhuga fyri po¬li¬tisku støðuni í heiminum og fyri alheims fólkaræðisligu gongdini.
Øll hesi lond, sum hava sett á stovn fólkaræði og eru vorðin bólkað sum fræls, hava verið ígjøgn¬um eina tilgongd, sum hevur kravt dirvi, vilja og semjusøkjandi mannagongdir. Fólka¬ræði verður ikki sett á stovn eftir einum degi. Tilgongdin tekur tíð. Eingi lond eru eins, og eingin endalig og fullkomin frælsisuppskrift er tøk, men tó eru nøkur fel¬ags¬eyð¬kenni fyri fræls og fólkaræðislig lond.
Í fólkaræðisligari skipan fær fólkið rødd og ávirkan á avgerðir, og til tess at tryggja frælsið hjá borgarunum ímóti ágangi frá myndugleikunum, verður roynt at avmarka valdið hjá mynd¬ugleikunum og skapa eina valdsjavnvág millum ymisku vøldini. Løgræði er eisini part¬ur av fólkaræðisligari skipan. Løgræði tryggjar, at borgarar og almennir myndugleikar skulu geva seg undir lógirnar í landinum; eingin er hevjaður oman fyri lógirnar. Hugtakið kon¬stitutionalisma er nær knýtt at bæði fólkaræðis- og løgræðishugtakinum.

Konstitutionalisma

Tað er eingin røtt ella skeiv allýsing av konstitutionalismu, men talan kann vera um góðar og minni góðar allýsingar. Konstitutionalisma er eitt hugtak, ið ofta verður sett í samband við politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum John Locke og teir amerikonsku stjórnarskipanarsmiðirnar (founding fathers) um lógar¬ásetta avmarking av valdinum hjá almennu myndugleikunum. Teir amerikonsku stjórn¬ar¬skip¬¬anarsmiðirnir hugleiddu dúgliga um, hvussu ein góð og frælsistryggjandi stjórn¬ar¬skip¬an skuldi skipast. Í greinasavninum The Federalist Papers verður roynt at lýsa av¬bjóð¬ing¬ar og loysnir í samband við tilevnininga av amerikonksu stjórnarskipanini, sum varð skriv¬að í 1787.
Konstitutionalisma snýr seg í stóran mun um avmarking av valdinum hjá poli¬tiska myndugleikanum fyri at tryggja frælsið hjá borgarunum. Aloftast verða grund¬leggj¬andi rættindi og valdsavmarkingar, ofta valdsbýti, staðfest í týdningarmiklasta poli¬tiska skjalinum, nevniliga landsins stjórnarskipan (grundlóg).
Sigast kann, at hornasteinar í modernaðari konstitutiomalismu er býti og avmarking av stjórnarvaldi, verja av borgararættindum og hugsanin um umboðandi ella fólkaræðisligt stýri.

Stjórnarskipan
Stjórn¬arskipanir eru ymiskar frá einum landi til eitt annað. Tó eru nøkur alfevnd eyðkenni. Stjórn¬arskipanir regulera skipanina av stjórnini, áseta ofta slag av politiskari skipan (for¬seta¬skipan, tingræðisskipan ella blandingsskipan), skipa starv og avmarkingar hjá tí lóg¬gev¬andi, tí útinnandi og tí dømandi valdinum og viðurskiftini teirra millum, og hvussu valdið er býtt ímill¬um meginstjórn og statir/landspartar. Eisini er vanligt, at grundleggjandi rættindaverja (Bill of Rights) verður staðfest í eini stjórnarskipan.
Ein stjórnarskipan er eitt slag av spælireglum, sum skipa po¬litisku institutiónirnar og royna at staðfesta greiðar og skilagóðar mannagongdir fyri at tryggja effektivitet og politiskan stabilitet. Tað øv¬u¬ta av slíkum skipaðum stjórnarligum viðurskiftum er tilvildarligt og sjálvráðið stjórn¬ar¬vald.

Ein føroysk stjórnarskipan
Ofta verða nýggjar stjórnarskipanir smíðaðar í sambandi við kreppu ella kollvelting. Tá eru flestu borgarar ikki nóg edrúiligir politiskt til at staðfesta og allýsa virði fyri framtíðar samfelagið. Løgfrøðingarnir Bárður Larsen og Kári á Rógvi hava skrivað áhugaverda grein í Fyrra flaggdagsáliti, sum teir nevna Skipanin. Um fyritreytirnar hjá føroyingum at smíða eina stjórnarskipan, siga teir t.d.: Møguleiki er tó fyri, at føroyingar í síni tilgongd eru hepnari enn flest onnur fólk. Long tíð er nú liðin síðan seinastu kreppu, og fólkið kann sigast aftur at vera nóg edrúiligt til at leggja treytir fyri komandi samfelagið.
Arbeitt verður við at smíða nýggja føroyska stjórnarskipan. Grundarlagið fyri hesum arbeiði er frágreiðing frá gomlu Grundlógarnevndini og Fyrra flaggdagsálit frá 2004. Stjórnarskipanarnevndin (www.ssn.fo) er sett saman av politikarum og serfrøðingum. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til stjórnarskipan í seinasta lagi 31. desember í ár.
Nevndin hevur ein søguligan møguleika at smíða eina grundleggjandi lóg fyri Føroyar. Stríð um ríkisrættarliga spurningin hevur í stóran mun eyðkent politiska kjakið í Føroyum. Arbeiðið í Stjórnarskipananevndini er eitt gylt høvi hjá øllum politiskum flokkum at prógva, at føroyingar kunnu semjast um at staðfesta elligomlu virði okkara, støðu okkara við onnur lond og tey rættindi, sum fólkið longu hevur og menna tey víðari. Tað er týdningarmikið, at vit sum fólk staðfesta og lýsa á okkara egna máli, hvørji vit eru og hvørja grund vit byggja okkara samfelag á.
Ein nýggj stjórnarskipan verður samtykt av fólkinum. Tað er fólkið, sum, við hesi skipan, staðfestir sín samleika, virði og rættindi. Upprunin til hesa nýggju grundleggjandi lóg er sostatt føroyska fólkið. Fólksins vilji er tann evsti myndugleikin, og tí skulu aðrar lógir smíðast við støði í andanum í nýggju skipan okkara.
Í uppskoti til formæli stendur:Vit, fólkið í Føroyum, samtykkja hesa stjórnarskipan okkara. Hon er grundarlag undir stýri okkara og tann fyriskipan, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað okkara.

Vónandi fer viljin at fáa í lag tjóðskaparliga semju at vinna á teimum ósemjum og trætum, sum forða fyri, at føroyingar smíða sína egnu grundleggjandi skipan við støði í felags samleika.