Sjúrður Skaale
---------
Í Degi og Viku týskvøldið varð upplýst, at uppskotið til stjórnarskipan Føroya er komið aftur í tingið.
Málið varð lagt fram til tingsins viðgerð í fjør. Síðani varð tað aftur beint í nevnd, og nú kemur tað so til endaliga viðgerð og atkvøðugreiðslu í tinginum, áðrenn tað skal til fólkaatkvøðu.
Sum so mangan varð í Kringvarpinum ikki tosað so nógv um, hvat stendur í uppskotinum. Í staðin bleiv í yvirskriftini tosað um "ósemju" og um at "breiða semju gjørdist tað ikki til".
Sannleikin er, at 8 av 11 nevndarlimum standa aftanfyri tær høvuðsbroytingar, sum eru gjørdar. Tað er ikki full semja - men 8 av 11 er sanniliga ein breið semja.
Skeivleikar
Í innslagnum varð tosað við trý fólk. Ein segði soleiðis: "Tann fulla semjan sum var millum allar flokkar um hetta málið í fjør, hon bleiv skeiklað av tí at danska stjórnin legði uppí, og nú hevur mann so roynt at tillagað uppskotið til krøvini úr Danmark, og har er mann eftir okkara tykki farin ov langt".
Hetta er ikki beint. Tað var ikki full semja um málið, tá tað varð lagt fram til viðgerðar í fjør. Ein flokkur boðaði greitt frá at hann var ímóti, og fleiri nevndarlimir gjørdu greitt, at teir ynsktu ávísar broytingar gjørdar í teirri víðari viðgerðini.
Síðani bleiv sagt, at tær broytingar, sum eru gjørdar, eru sambært krøvum úr Danmark - og at: "vit høvdu eina semju, og hon bleiv syndrað av uttanhýsis uppíblanding."
Í fjør fleyg Lars Løkke Rasmussen til Føroya við einum notati sum segði, at uppskotið til føroyska stjórnarskiparn var ólógligt. Til ber at lesa tað notatið og samanbera tað við uppskotið til stjórnarskipan. Tá sæst skjótt, at eisini pástandurin um, at uppskotið byggir á donsk krøv, er skeivur.
Átta av ellivu fólkum eru samd. Tey átta hava sjálvsagt boygt seg nakað hvør fyri øðrum. Men at øll átta hava boygt seg fyri Lars Løkke Rasmussen - tað passar ikki.
Nyttar ikki at bíða meira
Í innslagnum varð eisini ført fram, at nevndin átti at nýtt meira tíð til at finna eina breiðari - ella fulla - semju.
Sannleikin er, at tað hevur verið roynt og roynt og roynt at fáa ta fullu semjuna. Nevndin er farin meira enn átta vikur útum ætlaða tíðarkarmin.
Men tað hevur ikki borið til at fáa fulla semju. Tey trý, sum ikki eru við í meirilutanum, hava øll hvør sínar grundgevingar. Og onkur av teimum hevur ikki møtt á fundi í fleiri mánaðir. Tá er líkasum ikki so lætt at gera semjur...
Eisini varð sagt, at tað at "skunda eitt sovorðið týdningarmikið uppskot ígjøgnum í óðum verkum er ábyrgdarleyst".
Tað er rætt, at fleiri uppskot verða skundað ígjøgnum tingið. Tað er stundum ábyrgdarleyst.
Men at siga at hetta uppskotið verður skundað ígjøgnum - tað ber ikki til. Eg trúgvi ikki at nakað mál er viðgjørt so væl og so leingi í politisku skipanini sum hetta.
Innihaldið á dagsskrá
Úrslitið fyllir ikki nógv - men tað er sera týdningarmikið.
Nú hava vit fingið tað úr enn eini løgtingsnevnd - nú ræður um eisini at fáa tað úr Løgtinginum, og út til fólk at taka støðu til.
Tí hetta snýr seg um annað enn hvør politikari er ósamdur við hvønn. Hetta snýr seg um, at vit definera okkum sjálv, áseta okkara egna grundarlag og okkara egnu rættindi, og fyri fyrstu ferð nakrantíð formliga semjast um tað, sum vit hóast alt eru samd um.
Tað er hetta - innihaldið - sum er tað áhugaverda. Og ikki hvør politikari er í parti við hvørjum.
Dettur uppskotið burtur nú, dettur tað burtur med alla. Og TAÐ hevði sanniliga verið ábyrgdarleyst. Tí so fer søgan um stjórnarskipanina at vera søgan um eitt parlament, sum fyrst og fremst vil dyrka sínar ósemjur.
Latið okkum nú fáa innihaldið á dagsskrá. So skal pressan nokk eisini fara at vísa tí áhuga. So skulu fólk nokk fara at kjakast um tað. Og so fáa vit til endans eina fólkaræðisliga avgerð, har støða verður tikin til innihaldið - og ikki til flokkar og persónar.