Hesir báðir donsku politikkararnir óttast fyri, at nýggja uppskotið til føroyska stjórnarskipan skal ávirka viðurskiftini við Danmark og koma í andsøgn við donsku grundlógina.
Seinastu næstan 10 árini hevur verið arbeitt við uppskotinum um Sjórnarskipan Føroya. Tvær ferðir er álit handa løgmanni, seinru ferðina í desember 2006. Uppskotið, sum lá í Løgtinginum nú áðrenn valið, er eitt eitt hábærisligt og fyrimyndarligt verk, og átti at havt fingið eina betri lagnu og verið samtykt av Løgtinginum áðrenn seinasta løgtingsval, so tað kundi fari til fólkaatkvøðu, til fólksins góðkenning, nú í ár.
Nýggja samgongan ynskir at avgreiða málið nú, og tað rokni eg við, at øll andstøðan eisini fer at taka undir við av fullum huga. Tí eigur hetta at vera gjørt uttan nakran óneyðugan steðg. Hetta eigur eisini at verða gjørt uttan uppílegging frá danskari síðu. Her snýr tað seg um at smíða yvirorðnaðar karmar fyri tilveru føroyinga á Føroya landi. Sum tað stendur í innganginum til stjórnarskipanina: “Vit, fólkið í Føroyum, samtykkja hesa stjórnarskipan okkara. Hon er grundarlag undir stýri okkara og tann fyriskipan, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað okkara”.
Viðvíkjandi donsku grundlógini er at siga, at hon í vissum førum kann vera góð, men hon er ikki longur nøkur serlig fyrimynd fyri stjórnarskipanir. Hendan føroyska stjórnarskipanin er væl betur í sínum orðingum. Hinvegin er einki, so vítt eg kann meta, í føroyska uppskotinum, sum stríðir ímóti ásetingum í donsku grundlógini, hvørki serstøkum orðingum ella “andanum” í lógini. Harafturat er at siga, danska grundlógin ongatíð er góðtikin av føroyingum sum stjórnarskipan í Føroyum. Føroyar eru sostatt ongatíð limaðir inn í danska ríkið sum partur av Danmark.
Tí vóni eg, at lagt verður til brots nú at fáa avgreitt hetta týdningarmikla mál. Seta danir seg ímóti, má stríðið takast við teir. So má tað vísa seg, um vøkru orð teirra um ókreinkiliga sjálvsavgerðarrætt føroyinga hava nakað veruligt innihald, ella bert eru tóm orð.