Stjórnarrættindi í andgletti

Á triðja poltiska kjakfundinum á Cafe Natúr verður heita evnið um ríkisrættarligi viðurskiftuni at kjakast um

Løgtingsval

Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmannafelag hava seinastu tvey mikukvøldini skipað fyri politiskum kjakfundum á Cafe Natúr í Havn. Fundirnir eru skipaðir soleiðis, at tað er eitt pallborð við einum umboði frá hvørjum flokki, ið er uppstillaður til løgtingsvalið. Hesir skulu so leggja fram, og teir fáa eisini spurningar úr hattinum, ið gongur runt millum áhoyrararnar.
Í kvøld, mikukvøldið, verður evnið stjórnarrættarliga støða Føroya, og hetta vænta fyrireikararnir fer at seta rættiligt gongd á kjakið. Flokkarnar hava eisini sínar tungu kanónir við til kjakið. Teir undanfarnu fundirnir hava snúð seg um íbúðarviðurskifti og mentan. Tað hevur verið at kalla fult hús hvørja ferð higartil, og fyrireikararnir vænta ikki minni fólk hesaferð, tá høvuðstemaið í valstríðnum kemur upp at venda.
Fundurin byrjar kl. 20.00. Fyrireikararnir heita á fólk um at møta í góðari tíð, tí væntast kann, at áhugin er stórur.
Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmaður.