Spenta politiska støðan í Norra síðstu dagarnar kann enda við, at stjórin leggur frá sær. Tað gjørdist greitt í morgun, eftir at tað frættist, at Erna Solberg, forsætisráðharri, hóttir at leggja frá sær, um KRF, ið er stuðulsflokkur hjá samgonguni, stuðlar einum misáliti hjá andstøðuni á Sylvi Listhaug, løgmálaráðharra. Tað skrivar bæði norska blaðið Verdens Gang og norska kringvarpið NRK, ið hava upplýsingarnar frá keldum í stjórnini.
- Erna vil markera, at her gongur markið, og at tey ikki kunna góðtaka, at Stórtingið avger hvør situr í stjórnini, siga ónevndar keldur við NRK.
Tíðindini koma í kjalarvørrinum av, at andstøðan hevur boðað frá, at tey týsdagin fara at leggja fram eitt misálit á Sylvi Listhaug, løgmálaráðharra. Tað er kommunistaflokkurin Rødt, ið er stigtakari til misálitið, ið restin av andstøðuni tekur undir við. Misálitið er reist eftir, at Sylvi Listhaug 9. mars legði Arbeiðaraflokkin, størsta andstøðuflokkin, undir at hugsa meira um rættindini hjá yvirgangsmonnum enn trygdina hjá norskum borgarum.
- AP meinar at rættindini hjá yvirgangsmonnum er týdningarmiklari enn trygdin hjá tjóðini, skrivaði løgmálaráðharrin á Facebook.
Ikki óvæntað vildi Arbeiðaraflokkurin ikki hava slíkar ákærur sitandi á sær havandi í huga, at tað var ungmannafelagið hjá AP, ið norski yvirgangsmaðurin Anders Behring Breivik leyp á í 2011, tá hann drap 69 fólk á einari legu hjá ungmannafelagnum á Utøya.
Viðmerking skapti eisini ramaskríggj í Norra og í síðstu viku fekk løgmálaráðharrin eina nøs frá Stórtinginum fyri viðmerkingina. Sjálv nýtti hon høvi at biða um umbering fyri viðmerkingina, men meta andstøðuflokkarnir, at umberingin ikki var nóg góð, og hótta nú við misáliti.
Øll eygu eru nú vend móti stuðulsflokkinum KRF, ið eigur avgerandi atkvøðuna um misálitið verður samtykt ella ikki. Stjórnin í KRF skal taka støðu til misálitið mánadagin, og sambært VG, so hevur Erna Solberg gjørt Knut Arild Hareide, formaður í KRF, greitt, at hann fellir stjórnina, um flokkurin tekur undir við misálitinum.
At talan er um eina stóra avgerð skal síggjast í ljósinum av, at í norskum politikki er tað aldrin hent, at ein stjórn hevur verið sitandi við valdið eftir, at eitt misálit er samtykt á ein av teirra ráðharrum.
Spurningurin hevur eisini verið, um hvat Erna Solberg fer at gera. Tað er møguligt at taka ráðharrasessin frá Sylvi Listhaug, ið longu frammanundan var ein umstríddur persónur í norskum politikki fyri hennara áhaldandi kritikk av norska innflytarapolitikkinum, men hevur hon sterkan stuðul millum veljararnar hjá høgrapopulistiska FRP. Nú er so greitt, at rokið kann enda við, at stjórnin fer frá.
Norska vallógin loyvir ikki nývali, og merkir tað harvið, at ein nýggj stjórn má skipast í verandi tingmanning, um verandi stjórn fer frá.