Í kvøld skrivar tíðindastovan NTB, at sýriskar stjórnardeildir hava tikið meginpartin av býnum, Maaret al-Numan, sum er størsti býur har í økinum.
Býurin hevur havt stóran ímyndarligan - ella symbolskan - týdning fyri uppreistrarfólk í Sýria, og nú vil stjórnarherurin hava býin undir eftirliti.
NTB skrivar, at hetta er fyrstu ferð í átta ár, at herdeildir, sum stuðla forsetanum, Bashar al-Assad, eru farnar inn í býin við hermegi.
Lagt verður aftrat, at Maaret al-Numan liggur í útnyrðingspartinum av Sýria.
##med2##












