Stjørnan vil eiga steypið

Sleppur Una Olsen aftur í ár upp á pallin eftir Coca-Cola steypinum, fær Stjørnan samstundis steypið til ognar

Í Klaksvík royna spælararnir at gera sum minst burturúr, at dysturin leygardagin er eitt sindur meira serligur enn aðrir dystir.
Sum so kunnu tær kanska eisini taka tað nakað róligt, tí hetta at spæla avgerandi dystir er so ikki nakað nýtt fyribrigdi hjá liðnum. Tær hava at kalla verið fastur partur av føroyska hondbóltsoddinum seinastu fimm-seks árini. Og tey bæði seinnu árini hevur hetta givið úrslitð í millum øðrum tveimum vunnum steypafinalum.
Hugurin at spæla finalur hvørvur tó ikki, bara tí spælarar eru vanar við hetta. Og Una Olsen, liðskipari á liðnum, er eisini skjót at staðfesta, at tær eru spentar til dystin.
- Tú verður ongan tíð troytt av at spæla slíkar dystir. Um nakað, so er talan um ein enn meira serligan dyst hesaferð. Vinna vit, so hava vit jú vunnið steypið trý ár á rað, og tí kunnu vit tryggja okkum tað til ognar, sigur hon.

Í finalu kann alt henda
Finalusigurin fyri einum ári síðani kom til høldar eftir dyst móti Neistanum, sum jú eisini er mótstøðuliðið leygardagin. Ta ferðina vóru tað tó leingi tær bláu, sum høvdu munin, men at enda knógvaðu reyðu stjørnurnar kortini mótstøðuni. Ein dystargongd, sum eisini hevur endurtikið seg einar tvær-tríggjar ferðir, tá Stjørnan og Neistin hava spælt.
Vísandi til hetta slær Una eisini fast, at talan ikki verður um nakran lættan dyst.
- Tað plagar jú at verða tikið til, at ein finala er ein finala. Tað er bara ein dystur, har alt verður avgjørt, og tí kann alt henda. Og Neistin hevur eisini eitt gott lið. Talan hevur ofta verið um sera tættar dystir móti teimum seinasta árið. So vit taka einki fyri givið.

Hugsa ikki sum favorittar
Skal metast um sannlíkið undan dystinum, so munnu tey flestu nokk meta Stjørnuna sum favoritt til steypið. Bæði tí Stjørnan í landskappingini hevur sýnt seg sum sterkasta liðið. Men kanska eisini, tí Neistin enn ikki hevur megnað at bast klaksvíkarkvinnunum, hóast møguleikin onkra tíð hevur verið heilt stórur. Nakað, sum kanska bendir á, at Stjørnan er tað avgerandi pettið kaldari, tá avgerandi støðurnar í dystinum eru.
Una vil sum so ikki avvísa, at hetta ger Stjøruna til favorittar. Men hon avsannar púrasta, at hetta er nakað, sum spælararnir taka til sín.
- Tá úrslitini hava verið, sum tey hava verið, so eru vit kanska betra liðið á pappírinum. Og sum so trívast vit ikki illa sum favorittar.
- Men tú skalt eisini minnast til, at Neistin hevur eitt fínt hondbóltslið, sum hevur havt sera góð úrslit seinastu tíðina. So talan verður um ein knallharðan dyst. Tað ræður um at koma væl ígongd við dystin uttan ov nógvar nervar. Og so má verjan fáast at rigga alt fyri eitt. Ger hon tað, so plagar restin av spælinum at fylgja við av sær sjálvur, sigur liðskiparin hjá Stjørnuni. Ein liðskipari, sum vónar, at hon leygardagin fyri triðu ferð á rað kann lyfta stór steypið upp móti stjørnunum.