Stjørnan vendi tí heila

VB byrjaði sum eitt óløgið í KÍ-høllini í gjár, men tá avtornaði, hevði Stjørnan vent øllum á høvdið og vunnið dystin við trimum málum

Soleiðis sum tað koyrdi hjá VB fyrsta korterið av dystinum í Klaksvík í gjár, røktist einki fyri, at Stjørnan skuldi fáa nakað serligt burturúr. Støðan var 8-1 til gestirnar, sum í øllum lutum vóru við yvirlutan og veruliga sóu út til at hava fult tamarhald á støðuni.
Men so kom Stjørnan spakuliga í gongd og fekk síni ting at rigga, samstundis sum VB meira ella minni steðgaði upp. Og longu eftir sjey minuttum høvdu kvinnurnar hjá Stjørnuni etið leiðsluna hjá VB upp og javnað til 9-9, so nú vendi dysturin brádliga hinvegin.
Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki og meginpartin av seinna hálvleiki, stóð rættiliga á jøvnum, hóast tað fyri tað mesta var Stjørnan, ið megnaði at halda seg eitt lítið petti frammanfyri og onkursvegna tóktist hava yvirskotið, ið skuldi til fyri at vinna til endans. So var eisini, og Stjørnan endaði við at vinna við trimum málum.
Hvat væntast kann víðari av hesum báðum liðunum, er enn ilt at siga, men sigurin var kanska eitt sindur óvæntaður, tí hóast hesi bæði Elektron-liðini hava styrkt seg við útlendingum, kundi hópurin hjá Stjørnuni sæð eitt sindur ungur og óroyndur út. Hinvegin hevur VB ikki havt nógvar møguleikar fyri venjingardystum, so tað kann vera so skjótt, at úrslitini koma.