Stjørnan vardi borg

Stjørnan-StÍF 28-22 (17-9)

Stjørnan hevði ikki teir stóru trupulleikarnar, tá StÍF vitjaði í Klaksvík í dag.

Fyrstu lítlu løtuna leyp heimaliðið avstað, og tó at gær ikki hildu høgu leikferðini allan dystin, so var munurin alla tíðina so hampuliga trivaligur.

Tað var nú heldur ikki væntandi, at StÍF skuldi gera tað heilt stóra, og tí gjørdist tað í seinna hálvleiki fyri tað mesta ein spurningur um at fáa tíðina at ganga.

Besti málskjútti hjá Stjørnuni var Simona Petersen, sum hesa ferð skeyt 11 mál. Rebekka Justinussen og Ninna K. Johansen skoraðu 8 mál í part fyri StÍF.