Stjørnan vant seg ígongd

Stjørnan hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá tær hildu fast um oddasessin við sigri á StÍF

Hondbóltur

StÍF hevði trupla uppgávu, tá tær vóru á vitjan á hjá Stjørnuni sunnudagin. Oddaliðið úr Klaksvík hevur kanska havt nakað sveiggjandi avrik í ár, men lítil ivi er millum hondbóltskøn um, at tær hava sterkasta liðið í landinum.
Júst móti StÍF hevur Stjørnan tó ofta havt sínar trupulleikar, og eina løtu høvdu gestirnir eisini hug at arga sunnudagin.
Stjørnan byrjaði nevnliga betri, men so stóð púrasta fast í langa løtu, og tað høvið nýtti StÍF til at skjóta fimm mál á rað. Eitt time-out frá Stjørnubeinkinum fekk ikki alt fyri eitt skil á spælið, men spakuliga byrjaði tó at ganga rætta vegin. Og eftir steðgin varð ivin ruddaður burtur. Stjørnan byrjaði sum eitt óløgi, og áðrenn StÍF veruliga hevði vent sær, stóð 17-10 á talvuni.
Og tann munin helt Stjørnan so eisini um restina av tíðini. StÍF megnaði ikki at hótta nakað stórvegis aftur, og so mundu tankarnir hjá teimum reyðu spakuliga fara at leita fram móti steypafinaluni, sum er næsta málið á leiðini í ár.

Fakta um dystin
Stjørnan-StÍF 26-19 (12-8)
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 7, Bára S. Klakstein 6, Louisa Andreasen 5, Hanna Mikkelsen 4, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 1, Maria við Neyst 1
StÍF: Ninna K. Johansen 14(3), Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1, Sólfríð Christiansen 1, Fríðrun Danielsen 1, Ata Gregersen 1
Brotskøst: StÍF 3
Útvísingar: Stjørnan 2, StÍF 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.