Stjørnan prógvaði so ruddiliga, at enn er nakað eftir hjá hinum liðunum í deildini, um tey vilja blanda seg í oddastríðið, sum tykist standa millum Stjørnuna og Tjaldur.
Í dag byrjaði heimaliðið alt fyri eitt at draga frá, og hóast StÍF royndi at hanga í, so var dystargongdin støðugt tann sama, har Stjørnan vant seg longur og longur frá mótstøðuni.
Besti málsjúttin hjá Stjørnuni var Simona Petersen, sum skeyt 8 mál. Rebekka Justinussen skeyt 5 av málunum hjá StÍF.
Stjørnan-StÍF 33-20(15-10)










