Lagt var upp til eitt brak av einum dysti, tá teir báðir finalistarnir í Coca Cola-kappingini brustu saman í høllini í Vági sunnudagin. Her tók VB nevniliga ímóti Stjørnuni. Undan dystinum lá Stjørnan tvey stig frammanfyri VB á stigatalvuni, so um VB skuldi gera sær nakrar vónir um at enda á fyrsta plássi í bestu kvinnudeildini, so skuldu tær helst vinna dystin ímóti Stjørnuni, meðan Stjørnan í sínum lag eisini skuldi vinna dystin, fyri a endurvinna fyrsta plássið frá Neistanum, sum hevði spælt ein dyst fleiri.
Sjálvt um Stjørnan hava verið sera sannførandi síðstu dystirnar, so fylgdi VB væl við fyrstu løtuna. Spælið var skjótt og gott, og liðini royndu virkiliga at spæla hondbólt hesa løtuna. Fyrsta korterið skiftust liðini eisini um at skjóta mál, men so tók VB dik á seg. Við skjótum og góðum álopsspælið og eini sera sterkari verju fingu tær steðga Stjørnuni, og brádliga høvdu tær lagt seg á odda við trimum málum.
Hesa løtuna spældi VB sera væl, og leiðsluna megnaðu tær eisini at halda næstan allan vegin til hálvleiks. Móti endanum steðgaði tó eitt sindur upp hjá heimaliðnum.Nú byrjaði Stjørnan at rakna við, og síðstu fimm minuttirnar av hálvleikinum skoraðu gestirnir tríggjar ferðir, meðan VB einki mál fekk, og sostatt stóð á jøvnum, tá liðini fóru til hálvleiks.
Hevði VB kanska havt munin í fyrra hálvleiki, so leyp oddaliðið úr Klaksvík avstað fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Gaman í, VB megnaði at leggja seg á odda við tveimum málum beinanvegin, men so tók Stjørnan yvir. Við fimm málum á rað tóku tær fullkomiliga VB á bóli, og nú sá Stjørnan rættiliga út til at skula fara frá VB.
Hesa løtuna spældi Stjørnan sera væl. Verjan lat slett ikki VB koma ígjøgnum, og í álopinum tóktust tær eisini at hava fingið gongd á. Ein trupulleiki var tó hjá Stjørnuni. Flestu málini blivu skotin úti frá, og vengurnir, sum vanliga plaga at spæla so væl hjá Stjørnuni, komu mest sum slett ikki upp í part.
VB, sum sá út til at skula fara a tapa dystin, vildi tó ikki geva skarvin yvir. Tær blivu við at stríðast, og sjálvt um munurin bleiv við at verið hesi trý málini, so vístu tær sera góðan vilja. Móti endanum gav hetta stríðið eisini úrslit. Eftir at hava verið aftanfyri við tveimum, tá fimm minuttir vóru eftir at leika, megnaði VB at skora tvær ferðir upp í slag, og so stóð brádliga aftur á jøvnum, og nú var dysturin púra opin.
Stjørnan megnaði tó enn einaferð at taka leiðsluna, tá ið á leið hálvur minuttur var eftir, og so fekk VB ein seinasta møguleika at tryggja sær javnleikin. Tær komu tó slett ikki fram til nakran ordiligan avslutning, og sostatt endaði dysturin við einum teprum sigri til Stjørnuna.
Við sigrinum hava tær nú aftur lagt seg á odda í bestu kvinnudeildini, meðan VB tykist hava mist møguleikan at røkka meistaraheitinum.
Fakta<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
<o:p></o:p>
VB-Stjørnan 22-23 (13-13)<o:p></o:p>
Málskjúttar:<o:p></o:p>
VB: Daiva Tuomaite 10 (3), Rannvá Johannessen 5, Ivana Ljubicic 3, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 1, Una Egilsdóttir 1<o:p></o:p>
Stjørnan: Alina Olaru 9 (4), Simona Petersen 9, Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 1, Louisa Andreasen 1<o:p></o:p>
Brotskøst: VB 4, Stjørnan 6<o:p></o:p>
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 4<o:p></o:p>
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen<o:p></o:p>
<o:p></o:p>