Tað er einki at siga til, at formaðurin í Stjørnuni er væl nøgdur við kappingarárið, tá ið havt verður í huga, at klaksvíkingar vunnu tað, ið vinnast kann í bestu kvinnudeildini. Stjørnan gjørdi VB bragdið eftir frá í fjør og vann greipuna, og tað fegnast tey um í Klaksvík. Tò heldur Kristoffur Ragnarsson, at tað er neyðugt hjá Stjørnuni at styrkja um liðið, tí hann væntar sær nógv av havnarliðunum til komandi kappingarár.
Hyggja bæði innanlands og út um landoddarnar
Í skrivandi løtu bendir alt á, at allir spælararanir hjá Stjørnuni halda fram komandi ár, og tað fegnast formaðurin í Stjørnuni sjálvsagt um. Hann sigur tó, at felagið ætlar at styrkja um hópin til komandi ár, og í hesum sambandi sigur hann, at Stjørnan fer at hyggja bæði uttanlands og her heima eftir spælarum, sum kunnu styrkja um tann frammanundan sterka hópin hjá Stjørnuni.
Kristoffur Ragnarsson sigur seg vænta, at havnarliðini bæði, Neistin og Kyndil, fara at styrkja seg munandi til komandi kappingarár, og tískil verður tað neyðugt hjá Stjørnuni eisini at styrkja seg, so at tær ikki verða koppaðar av trúnuni. Tí sum hann sjálvur sigur tað, so skal Stjørnan gera okkurt eyka, um tær framhaldandi ætla sær at verða framman fyri hini liðini.
Um útlitini fyri kvinnuhondbóltinum í Klaksvík sigur Kristoffur Ragnarsson, at tey eru heilt góð, tí fleiri av gentuliðunum hjá Stjørnuni standa seg heilt væl. Fleiri ungir spælarar nærkast alsamt besta liðnum hjá Stjørnuni, og tað er bara gleðiligt, sigur formaðurin í felagnum. Venjarin hjá besta kvinnuliðnum, Rógvi Nielsen, bleiv undan hesum kappingarárinum settur sum ungdómsvenjari, og tað væntar Kristoffur Ragnarsson fer at geva úrslit komandi ár.
Vóna at Rógvi heldur fram
Enn eru venjaraviðurskiftini til komandi ár ikki komin upp á pláss, men Kristoffur Ragnarsson sigur seg vóna, at Rógvi Nielsen fer at halda fram. Felagið hevur fult álit á Rógva, og tey eru sjálvsagt stak væl nøgd við tað arbeiði, ið hann hevur gjørt. Rógvi er sáttmálabundin við Stjørnuna í tveir mánaðir afturat, men í næstum fer Stjørnan at taka upp samráðingar við unga havnarmannin um at longja sáttmálan.
Uppbakningurin til Stjørnuna hevur verið ótrúligur í Klaksvík, og formaðurin sigur, at tað hevur verið rættuliga lætt at reka felagið, við tað at stuðlarnir hava verið ómetaliga góðir, sigur Kristoffur Ragnarsson. Í løtuni umhugsa tey í Stjørnuni eisini, um felagið skal bjóða seg fram til at luttaka í europeiskum hondbólti til komandi kappingarár, men tað er alt ein spurningur um pengar, sigur Kristoffur Ragnarsson, Hann sigur tó, at enn er møguleikin langt frá avskrivaður, men verður gjølla umhugsaður. Um so er, at felagið fer upp í europeiskan hondbólt, er tað ein stor gularót fyri spælararnar, og somuleiðis kundi tað eisini verið nakað, ið lokkaði aðrar leikarar til felagið.