Stjørnan til Vágs

Stjørnan hevur vunnið allar sínar dystir, og nú gongir leiðin til Vágs, har ein ringur dystur bíðar. Hjá VB ræður um at fáa spælið at koyra, tí úrslitini hava ikki verið tey bestu higartil.

HONDBÓLTUR

VB hevur fingið alt annað enn eina góða byrjan uppá kappingarárið. Tær hava einans fingið tvey stig av seks møguligum, og tær hava ikki vunnið síðani fyrsa umfar, tá tær vunnu á Kyndli í Havn.
Hjá Stjørnuni hevur gingið væl betur. Tær hava vunnið allar sínar dystir, og spælið hevur verið gott tveir teir síðstu dystirnar, so Stjørnan er ring at steðga í løtuni.
Hjá VB er Margreth Augustinussen við aftur, eftir at hon fekk reyða kortið ímóti StÍF. VB skal royna at reisa seg eftir eina keðiliga byrjan, og tað er stórur styrkur fyri tær, at tær hava fingið ein nýggjan útlendskan leikara afturat hópinum.
Hjá Stjørnuni mátti Alina Olaru av vøllinum síðsta dysti, tá hon traðkaði skeivt, og enn er ógreitt, um hon verður klár til dystin ímóti VB. Um hon ikki verður klár, so er hetta stórur missur fyri Stjørnuna, tí Alina er ein av allarbestu leikarunum í Sunset deildini.