Stjørnan stimar

Klaksvíkskvinnurnar halda framvegis kósina móti gullinum

Hondbóltur

Kvinnurnar hjá Stjørnuni høvdu vitjan av StÍF sunnudagin, og her staðfestu tær enn einaferð, at tær so avgjørt ikki ætla sær at fremja nøkur mistøk fram móti VB-dystinum, sum ivaleyst verður avgerandi dysturin í kvinnudeildini í ár.
Longu eftir fyrsta korterið tóktist tað mesta avgjørt, eftir at Stjørnan her hevði vunnið sær eina trygga leiðslu, og sum hálvleikurin leið, varð hendan bara útbygd.
StÍF fekk soleiðis gjørt millum lítið og einki, og fyri stóran part tóktist søgan at vera hin sama í seinna hálvleiki. Tá munurin var størstur, stóðu 34-18 á máltalvuni, men seinastu knøppu tíggju minuttirnar fóru tær á heimaliðnum at taka tað heldur róligt. Tær fingu bert tvey mál afturat hesa løtuna, samstundis sum StÍF fekk pyntað nakað um úrslitið, men hetta seinasta kundi tó á ongan hátt fjala munin, sum var millum liðini bæði.
Munurin er tann, at meðan Stjørnan framvegis tykist stevna beint móti eini endastøðu í oddini, skal StÍF ansa sær, um tær ikki skulu detta heilt niður á botn. Og tann munrin er nóg so stórur.

Dysturin í tølum
Stjørnan-StÍF
Málskjúttar
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 9(6), Alina Olaru 8(2), Bára S. Klakstein 5, Katarina Stepanov 5, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 3, Durita Ljósstein 2
StÍF: Poula D. Olsen 7, Milica Ergic 5, Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Anna B. Danielsen 3, Paula B. Høgnesen 2, Ninna K. Johansen 2, Ann-Mari Østerø 1, Katrin Petersen 1
Brotskøst: Stjørnan 8, StÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 6, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum