Hondbóltur
Stjørnan læt ongan sum helst iva vera um, at tær aftur í ár eru ein av mest seriøsu FM-biðlunum.
Móti Neistanum, sum aftur í ár hevur verið fyri stórum skiftingum á liðnum, settu klaksvíkarkvinnur seg á tað allar mesta frá fyrsta bríksli.
Roknað varð annars við, at talan kundi verða um eitt slag av styrkisroynd, men tað gjørdist talan tó ongan tíð um. Styrkismunurin var snøgt sagt alt ov stórur, og sterku bakketuni á odda streyk Stjørnan alt fyri eitt avstað.
Sum dysturin leið, so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá Stjørnuni skuldi verða, og mest av øllum mundu bláu heimakvinnurnar vera glaðar, tá hallarfloytan ljóðaði fyri seinastu ferð.
Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 17-32 (8-15)
10 min: 3-5
20 min: 7-11
40 min: 11-21
50 min: 13-26
Málskjúttar
Neistin: Jacklin Durhuus 5, Unnur Danielsen 3, Katrin á Neystabø 2, Anja Heinadóttir 2, Louisa Andreasen 2, Birita Wardum 2, Rakul Augustinussen 1
Stjørnan: Valentina Suciu 7(2), Joan Midjord Djordjevic 5, Durita Ljósstein 4, Simona Petersen 4(2), Maria við Neyst 3, Hanna Mikkelsen 2, Ella Petersen 2, Edith Hansen 2, Durita Mikkelsen 1, Shari Mikkelsen 1, Una Olsen 1
Brotskøst: Neistin 1, Stjørnan 4
Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan 2
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg










