Stjørnan skal í eldin í kvøld

Føroysku meistarnir í kvinnuhondbólti, Stjørnan spæla fyrra dystin í undankappingini til Evropa Cup í kvøld. Mótstøðuliðið er Slovan Duslo Sala úr Slovakia, og byrjar dysturin kl. 18.30 í kvøld. Una Olsen hevur brotið ein fingur, og verður tískil ikki við í kvøld. Joan Midjord Djordjevic hevur eisini drigist við skaðar, og er sera ivasamt, um hon verður við. Stjørnan spælir báðar dystirnar ímóti Slovan Duslo Sala á heimavølli. Seinni dysturin verður spældur sunnudagin kl. 15.