Stjørnan skal aftur á beint

Hondbóltur: Størsti spurningurin undan vikuskiftinum man helst vera, um talan var um eitt einstakt fyribrigdi, tá Stjørnan seinasta vikuskifti mátti lúta fyri VÍF

Fer Stjørnan aftur í gongd

Hjá kvinnunum er ivaleyst størst spenningur um, hvussu leikur fer at ganga, tá Stjørnan sunnudagin skal royna seg móti Neistanum uppi á Nabb.

Neistin hevur seinastu vikurnar fingið glið aftur á spælið, og tær ætla sær í hvussu so er ikki at leggja rygg til eitt stórtap, eins og tær gjørdu, tá tær vóru gestir norðuri í Klaksvík.

Stjørnan man framvegis vera fremsti favorittur til at vinna FM-heitið, men tapið á heimavølli seinastu vikuskifti hevur kanska havt síni árin. Partvíst tí hetta kann hava ávirkað sjálvsálitið hjá leikarunum, eins og hini liðini møguliga hava sæð, at tað letur seg gera at vinna á klaksvíksdamunum. Stjørnan er tó framvegis at meta sum favorittur, og einki er at ivast í, at leikararnir ætla sær at vaska stórtapið móti VÍF av sær.

Í Runavík verður dystur millum kvinnuliðini hjá Tjaldur og Kyndli, og lítið man vera at ivast í, at Kyndil er greiður favorittur at vinna hesa uppgerð.

Tjaldur hevur enn einki stig fingið, og hóast tær hava stríðst sera væl í fleiri dystum, so er tað neyvan móti kyndlakvinnunum, at tær skulu gera sær vónir um at fáa stig.

Kyndlaliðið tykist tó ikki at vera eins sterkt, sum tað hevur verið, men skulu tær fylgja við oddaliðunum, er einki at ivast í, at tær verða noyddar at vinna sunnudagin.


Toppur móti botni

Hjá monnunum tykist lítil ivi vera um, hvørji lið fara avstað við teimum stigum, sum leikt verður um hetta vikuskifti.

Tey trý niðastu liðini skulu øll royna seg móti sterkari mótstøðuliðum, og sum kappingin í hevur háttað seg, er lítið at ivast í, at Neistin, Kyndil og StÍf vinna sínar dystir móti ávíkavist KÍF, Tjaldur og H71.

Dystirnir hjá Neistanum og StÍF eru á heimavølli, meðan Kyndil skal ferðast til Runavíkar, uttan at vit vænta, at hetta fer at hava nakra serliga ávirkan á úrslitið.