Stjørnan missir týðandi spælarar

Simona Petersen skiftir til annað felag, meðan norski málverjin, Elisabeth Bergvin, fer aftur til Noreg. Simona Petersen skiftir til Kyndil.

 

Stjørnan misti steypafinaluplássið í evstu løtu móti VB leygardagin. Tað sær einki út í landskappingini og nú ljóðar, at bæði Simona Petersen og Elisabeth Bergvin hava spælt sín seinasta dyst fyri felagið.

 

Sum skilst, so skiftir Simona Petersen til Kyndil, sum hevur beina kós móti FM finaluni. Elisabeth Bergvin, sum í løtum hevur staðið sera væl í málinum hjá Stjørnuni, gevst eisini í felagnum og flytir sum skilst heim til Noreg.

 

Mynd: Simona Petersen vann í 2011 steypakappingina við Tjaldrinum