Stjørnan leitar

Nú Henrik Gerster hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Stjørnu-kvinnunum eftir hetta kappingarárið, er felagið farið at leita eftir einum avloysara

HONDBÓLTUR

 

Stjørnan roynir í hesum døgum at halda kortini tætt at kroppinum, nú felagið skal finna nýggjan venjara til komandi kappingarár. Henrik Gerster endar sítt triðja ár í Klaksvík í somu løtu, sum síðsta finalan er av, og tí skal ein nýggjur venjari finnast.

– Vit eru farin at leita eftir einum nýggjum venjara, og vit hava eisini tosað við ymisk evni, sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, ið hvørki váttar ella avsannar, um ein møguligur avloysari fyri Gerster longu er funnin.

– Nú skal hetta kappingarárið fáast frá hondini fyrst, áðrenn vit kunngera nakað sum helst, tí vit vilja ikki órógva nakað, nú Stjørnan er komin í FM-finaluna og liðið skal hava frið og náðir at enda árið, uttan at skula hugsa longur fram enn tað.

Kristoffur Ragnarsson hevur annars bara alt gott at bera venjaranum, sum síðstu trý árini hevur leitt Stjørnuna til tríggjar steypasigrar og tvey meistaraheiti – og enntá kann runda av við triðja meistaraheitinum.

– Bæði vit og spælararnir hava alt tað besta at bera Henrik Gerster, sum hevur gjørt eitt gott arbeiði her norðuri hjá okkum hesi trý árini. Tað sigur eisini seg sjálvt, at vit kunnu ikki vera annað enn væl nøgd, tá vit higartil hava vunnið alt, sum vit hava kappast um, sigur formaðurin í Stjørnuni.