Stjørnan-StÍF 30-15 (14-5)
Talan var um avgreiðsluspurning, tá Stjørnan í dag tók móti StÍF í seinnu hálvfinaluni í FM-kappingini í hondbólti.
Stjørnan vann fyrra dystin móti StÍF við 10 málum, og tí kundu tær loyva sær at lata fleiri óroyndar spælarar fáa spælitíð.
Mótstøðuliðið í finaluni verður funnið í morgin, tá Neistin vitjar í Vági. Fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki, 26-26.