Klaksvík:
Orðini eigur Geir Wardum, formaður í Stjørnuni..
- Tað er ræðuligt at missa so nógvar leikarar upp á trý ár. Tað verður sera torført at byggja uppaftur, so vit hava ikki góðar vónir um at síggja fyrsta kvinnulið hjá Stjørnuni í kappingini komandi kappingarár, sum er, sigur hann.
Og hvar eru so leikararnir farnar? Geir greiðir frá, at fleiri eru farnar uttanlanda í lestrarørindum, meðan aðrar eru fluttar til Havnar. Tað vóru onkrir útlendskir leikarar á liðinum í fjør, men av teimum er bert gjørd avtala við málmannin. Simona Dziugyte er farin til Neistan at spæla.
- Men hana hava vit ikki gjørt nakra avtalu við heldur, sigur Geir Wardum.
Adrijana Milodanovic er farin heim aftur til Jugoslavia. Stjørnan gjørdi ikki nakra avtalu við hana um komandi kappingarár.
- Adrijana fekk ein skaða við kappingarbyrjan í fyrra árið og spældi tí millum lítið og onki tað árið. Hon spældi so við í fjør, men hon bleiv ongantíð tann sami leikarin aftur, sum hon var, tá hon kom til Stjørnuna.
Hann sigur eisini, at ein møguleiki er at keypa fleiri útlendskar leikarar, men tað kostar nógvar pengar. Og so er minni peningur til taks til tær yngru deildirnar, og tað er jú tey ungu, sum felagið skal yvirliva upp á.
Geir Wardum sigur, at tey hava fingið ein jugoslaviskan leikara til Klaksvíkar at venja kvinnuliðið hjá Stjørnuni. Hendan kvinnan hevur verið á jugoslaviska landsliðinum, og hon skal verða leikandi venjari. Aftur at henni er ein onnur eisini úr jugoslavia. Tær hava spælt á sama liði í sjey ár í jugoslavisku fyrstu deild.
- So talan er um rættiligar góðar leikarar, sum eru 31 og 32 ára gamlar. Men tað er onki endamál við at fáa tær hendavegin, tá ongin manning er at venja. Tær hava verið professionellar í langa tíð, og at fáa tær til Klaksvíkar at venja okkara lið, og tað so bert møta einar fimm ella seks kvinnur upp til venjing. Tað er at halda tær fyri tann turra spott. So eg veit ikki, hvat er at gera, sigur ein sera vónbrotin Geir Wardum úr Stjørnuni.
Unglingar ongan áhuga
Nevndin hevur eisini verið í samband við tey yngru liðini hjá Stjørnuni.
- Vit tosaðu við tær, sum júst eru fluttar upp í unglingar, um at møguliga koma at venja við fyrstu deild, men tær gjørdu beinanvegin greitt, at tær høvdu ongan áhuga í at vera seriøsar. Tær ætlaðu sær bert at hugna sær í triðju deild. So um hatta er hugburðurin hjá teimum ungu, ja, so hava vit ongan møguleika at byggja nakað upp, fyrr enn tær, sum í dag leika við gentum 16 ár, hava aldur til at leika við fyrstu deild, heldur Geir.
Mánakvøldið verður limafundur í KÍ høllini, har støðan verður løgd fram sum hon er.
- Og so skal avgerðin takast ? um fyrsta deild kvinnur verða við í kappingarárinum ella ikki. Um vit skulu halda fram, so kemur tað at kosta í ár, sigur Geir og sipar her til kostnaðin av at skula keypa einar tríggjar leikarar afturat.
- Men also vit kunnu ikki koyra klappar fyri eyguni. Vit mugu síggja veruleikan í eyguni: At tað sær absolut út sum, at tað ikki verður nakað fyrstu deildar lið hjá kvinnum úr Stjørnuni komandi kappingarár. Og tað er sera harmiligt, men við at verða veruleiki, sum er, staðfestir formaðurin í Stjørnuni.
- Men sjálvandi, er onkur hondbóltsleikari, sum situr aðrastaðni í landinum og bíðar eftir at fáa møguleikan til at spæla fyrstu deildarhondbólt, so kann viðkomandi altíð seta seg í samband við okkum. Og so møguliga spæla her norðuri, sigur Geir Wardum og vísir samstundis á, at tað ikki longur er so tvørligt at ferðast um Leirvíksfjørð, sum tað var. Tí nú siglir Dúgvan úr Klaksvík nógv seinni á kvøldi.