Vinnulív
Fyrrverandi stjórin fyri formula.fo, Óli Hansen, er eftir stuttari tíð komin í eina rættiliga serstøðu innan føroyskt vinnulív. Hann er bæði vorðin formaður fyri nevndina hjá Fiskasøluni, Fiskavirking og nú seinast eisini formaður fyri nevndina hjá Kalli.
Orsøkin til hetta er, at Framtaksgrunnurin hevur valt at broyta leistin hjá sær, soleiðis at tað í dag sigur ein og sami formaður fyri nevndina í nøkrum av fyritøkunum, ið grunnurin eigur í. Framtaksgrunnurin eigur einsamallur Fiskasøluna og Fiskavirking og eigur størsta partin í Kalli.
Eftir hvat skilst, so ætlar Framtaksgrunnurin á henda hátt at skipa arbeiðið hjá sær betri og syrgja fyri, at fyritøkurnar hjá grunninum ikki ætlar gera sama arbeiði og harvið fara at kappast móti hvørjum øðrum.
Tað verður Óli Hansen, sum fer at manna formansstarvi í hesum higartil trimum fyritøkunum. Framtaksgrunnurin hevur heitt á hann um at taka sær av hesum uppgávunum. Sjálvur hevur Óli Hansen ikki so nógv at viðmerkja til, at hann nú er komin í hesa lyklastøðuna.
-Hetta er enn somikið nýtt, at tað ikki er so nógv at siga um hetta, uttan tað, ið Framtaksgrunnurin longu hevur sagt alment, sigur Óli Hansen, tá ið Sosialurin hitti hann á eykaaðalfundinum hjá Kalli leygardagin.
Óli Hansen er klaksvíkingur. Hann hevur útbúgving sum løgfrøðingur, og hann hevur áður starvast sum stjóri fyri formula.fo.
Formansstarvini hjá honum vera tó ikki eitt fulltíðarstarv hjá honum. Hann hevur nevniliga eisini saman við einum øðrum keypt Vestmanna Timburhandil. Tað verður, í øllum førum í fyrstu atløgu, her, at Óli fer at hava sína dagligu gongd. Umframt at hann sjálvandi eisini má seta eitt sindur av tíð av til nevndararbeiði.










