Stjørnan hevði munin í vánaligum dysti

Mistøkini vóru óteljandi, og hóast heimaliðið gekk undan, kláraði Neistin ikki at gera sær dælt av hesum

 

Hóast talan var um dyst millum tvey av bestu liðunum í kvinnukappingini, sást lítið til hetta í KÍ-høllini hóskvøldið.

Tað byrjaði væl. Simona Dzuigyte drønaði í kassan beinanvegin, Gunnleyg Berg var spæld fyrimyndarligar frí á strikuni, og tað sama var við Unu Olsen nakað seinni.

Men restina av dystinum vóru glottarnir fáir. Persónligu mistøkini vóru óteljandi, bæði liðini tveittu eitt ótal av bóltum burtur, og royndirnar vóru langt frá sannførandi.

Øll lið hava sínar vánaligu dagar, og hetta kvøldið mundu bæði liðni hava ein slíkan dag. Hóast Stjørnan gekk undan í at gera mistøk, so kláraði Neistin ikki at gera sær dælt av hesum, hóast møguleikin var til tað ? serliga í fyrra hálvleiki.

Neistakvinnurnar vóru óneyvar í avgerandi løtum, og málverjin hjá Stjørnuni gjørdi nakrar týðandi bjargingar. Hevði hetta ikki verið úrslitið av royndunum, hevði Neistin lættliga kunnað verið frammanfyri við fleiri málum eftir fyrra hálvleik.


Bleiktraðu eina løtu

Í seinna hálvleiki átti Stjørnan munin, og eina løtu beint eftir hálvleikssteðgin hevði liðið sína bestu løtu. Tá skoraðu tær fimm mál á rað og vunnu sær avgerandi munin í dystinum.

Neistin svaraði aftur og skoraði fimm mál á rað næstu minuttirnar, men Stjørnan fótaði sær aftur, og seinasta partin av dystinum hevði heimaliðið tamarhald á støðuni.

Toppskjúttin hjá Stjørnuni, Simona Dzuigyte, spældi ein vánaligan dyst. Hon skoraði seks mál, men hon brendi eina rúgvu av kjansum og tóktist stundum ómotiverað í verjuspælinum. Breiddin á Stjørnuliðnum stóð tí sína roynd, og hon kláraði seg.

Orsøkin var kontanta verjuspælið, sum Neistin hevði trupulleikar við, og hóast Súna Mørk lat verjuna upp eina løtu í seinna hálvleiki, so hevði Neistin ikki avgerandi orkuna til at vinna dystin.

Hetta var dystur millum liðini, sum fylgja eftir VÍF, og líkt er til, at tað serliga verður Stjørnan, sum skal bjóða VÍF av, tí liðið hevur vunnið báðar dystirnar móti Neistanum higartil.




Dysturin í tølum:


Stjørnan-Neistin 21-17 (12-10)

Málskjúttar:

Stjørnan: Joan Midjord Joensen 7, Simona Dzuigyte 6 (1), Andrijana Milodanovic, Anna Kristina Samson 2, Bára Skaale 1, Una Olsen 1, Jastrid Gullaksen 1.

Brotskøst: 6

Útvísingar: 2

Neistin: Gunnleyg Berg 5, Katrin á Neystabø 3, Súna Mørk 3, Susan Brockie 3 (1), Rakul Augustinussen 2, Kára á Dunga 1

Brotskøst: 3

Útvísingar 3

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústinus Justinussen