Stjørnan hátíðarhelt meistaraskapin

Nógv varð gjørt burtur úr, tá Stjørnan spældi seinasta dystin í kappingarárinum. Dystin vann Stjørnan lættliga og so var lagt upp til veruliga gullveitslu

Stjørnan-Tjaldur 38-23 (22-9)


Tað var meira rómi enn hondbóltur, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni leygardagin staðfestu, at tær hava besta kvinnuliðið í landinum.

Undan dystinum móti einum veingjarbrotnum Tjaldri var avgerðin um gullið langt síðani fallin, og tí var meira lagt upp til at hátíðarhalda meistarskapin.

Stjørnan hevur í vetur verið nógv tað besta liðið í kvinnudeildini og longu fyri fleiri vikum síðani var tað greitt, at Stjørnan vann gullið í ár.

Seinasti dysturin á árinum var spældur á heimavølli í KÍ-høllini, og har høvdu nógv fólk leitað sær seinnapartin leygardagin.


Hátíðarhaldið

Nógv varð gjørt burtur úr. Klaksvíkar Hornorkestur spældi undan dystinum og í hálvleikinum, og Jógvan við Keldu, býráðsformaður, helt røðu áðrenn dystin.

Bakaríið hjá Símun hevði gjørt serligar lágkøkur til dagin, og eftir dystinum vórðu áskoðararnir bjóðaðir til kaffi og køkur. Børnini fingu góðgæti og sodavatn.

Tá dysturin varð bríkslaður av varð hol sett á hátíðarhaldið. Nevndin í Stjørnuni hevði havt góðar stundir at fyrireikað undirhald, og tað høvdu teir eisini gjørt sær dælt av.

Ein nýggjur Stjørnusangur, sum Niclas Heri Jákupsson úr Dynamitt hevur skrivað, varð avdúkaður, og fólk frá Kulu Rótunum sungu tveir sangir.

Umboðið fyri Hondbóltssambandið Petur Ovi Petersen, helt røðu fyri meistarunum, og Karl Birgir Isaksen, sum er stjóri fyri høvuðsstuðulin hjá Stjørnuni, handaði spælarunum heiðursmerkini.


Dysturin

Dysturin var ikki tað stóra upplivilsið. Tjaldri var ikki ført fyri at geva Stjørnuni nakra veruliga mótstøðu, og tá heimaliðið hevði vunnið sær avgerandi fyrimun í fyrra hálvleiki, tóku tær sær av løttum í seinna hálvleiki, sum var merktur av nógv mistøkum.

Móti endanum av dystinum royndu Stjørnuspælararnir ymiskt, og annar av málverjunum, Johanna Mikkelsen, skoraði eitt mál. Hin málverjin, Rannvá Andreasen, brendi sítt brotskast, tá hon fekk kjansin.

Onkrar detaljur vóru, men tær fóru fáa, og eftir at Joan MIdjord Joensen hevði gjørt besta málið í dystinum seint í fyrra hálvleiki, var ikki so nógv at fáa við.

Men Stjørnan hevur gjøgnum alla kappingina annars víst gott og støðugt spæl, og tað hevur ferð eftir ferð verið sjón fyri søgn, at kropsliga venjingarstøðan hjá spælarunum hevur verið gott grundarlag undir kvikum og uppfinsama spælinum hjá liðnum.


Fegnaðist

Eftir dystin helt Petur Ovi Petersen frá HSF stutta røðu fyri Stjørnukvinnunum, og hann segði seg fegnast um, at meistaraskapurin var komin til Klaksvíkar, tí tað var gott fyri útbreiðsluna av hondbóltsspælinum.

? Vónandi fáa tit eisini nakrar fleiri menn at spæla hondbólt, segði Petur Ovi Petersen.

Meðan Stjørnan ikki hevur havt manslið í bestu deildini í nógv ár, hava Stjørnukvinnurnar ferð eftir ferð blandað seg uppí meistarastríðið, og í ár eydnaðist tað fyri fyrstu ferð síðani 1977 at vinna gullið.

Leygarkvøldið hevði Stjørnan veitslu í Tekniska skúla, og skipað varð fyri bæði gospelkonsert og dansi í KÍ-høllini.

Spælandi venjarin hjá Stjørnuni, Vesna Tomajek, og vongspælarin Adrijana Milodanovic fara nú heim til Jugoslavia at halda frí í eina tíð. Men ætlanin er, at tær verða aftur í Klaksvík í juli ella august mánaði.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Anna K. Samson 8 (1), Joan M. Joensen 7, Simona Hansen 6, Sólvá Eystberg 4 (1), Annika Ljósstein 4, Ragna Andreasen 4, Vesna Tomajek 2, Johanna Mikkelsen 1 (1), Andrijana Milocanovic 1, Jastrid Gullaksen 1

Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 7 (1), Sonja Gleðisheygg 5, Heidi Jacobsen 3, Oddvá Fossdalsá 2, Mona Langgaard 1, Kristine Ellingsgaard 1, Elinbjørg Hammer 1, Beinta Joensen 1

Brotskøst:

Stjørnan 7, Tjaldur 1

Útvísingar:

Stjørnan 1

Dómarar úr Kyndli:

Rúni Mohr og Høgni Vilhelmsen