Stjørnan hølvaði Neistan av

Neistin byrjaði dystin væl og var frammanfyri 4-2. Tá høvdu havnakvinnurnar eisini misnýtt trý brotskøst. Eftir at Stjørnuvenjarin hevði tikið ein time-out tíðliga í fyrra hálvleiki, kom vend í dystin.

 

Stjørnan vant burtur úr Neistanum og vann sær eina tveysiffraða leiðslu longu fyri hálvleikssteðgin.

 

Tá var oddadysturin avgjørdur, og í seinna hálvleiki kundi heimaliðið taka sær av løttum.

 

Endaliga úrslitið gjørdist 33-21 til Stjørnuna.

 

Í hinum dystinum í Sunset-deildini í dag staðfesti VB triðjaplássið, tá tær vunnu 29-20 í útidysti móti Kyndli.