Stjørnan hevði í kvøld møguleikan at draga enn longri frá VB og harvið styrkja um støðu sína í stríðnum um at koma í FM-finaluna, men so bleiv ikki. Oddaliðið Neistin vann 33-29 á teimum eftir at hava verið á odda 18-15 í hálvleikinum.
Stjørnan var annars á odda 25-24 tá ið 10 minuttir vóru eftir, men ein snuddur til snúningsdepilin á liðnum, Simonu Petersen, sum so eisini seinni varð mansvard, merkti, at stígur kom í hjá klaksvíkskvinnum og Neistin rann avstað.
Vinnur VB nú dystin, tær hava til góðar, leggja tær seg undir liðina á Stjørnuni. Hesin dysturin verður í Vági fríggjakvøldið, tá ið Kyndil kemur á vitjan.










