VÍF-Stjørnan 22-33 (14-17)
Tá Stjørnan um vikuskiftið gjørdist fyrstu føroyameistararnir í hesi øldini, var tað ikki egnum dygdum fyri at takka, men heldur tí VÍF í seinastu sekundunum snávaði móti Kyndli, sum megnaði at stjala annað stigið heim aftur við sær.
Avrikið hjá Stjørnuni var als ikki sannførandi fyri annars suverenu klaksvíksgenturnar, og ein kundi kanska hildið, at tær nú vóru farnar at taka sær av løttum, tí tær longu høvdu tryggjað sær heitið.
Tá VÍF samstundis hevði silvurmerkini at spæla fyri, kundi ein kanska ímynda sær, at hetta kundi gerast ein dystur, har vestmannagenturnar fóru at geva Stjørnuni dygga mótstøðu, men hetta kom ongantíð upp á tal.
Stórur munur á
Stjørnan legði nevnliga fyri sum eitt óløgið, og við skjótum spæli, har serliga Joan gjørdi um seg, var tað skjótt at tær byrjaðu at draga frá heimaliðinum. Tá so VÍF als ikki fekk sítt spæl at koyra, og Hallfríð ikki hevði ein serliga góðan dag í málinum, var lítið at gera hjá vestmenningum.
VÍF var annars nakað skert undan dystinum. Marjun Poulsen, sum vanliga hevur vart málið hjá teimum, noyddist av vøllinum móti Kyndli, og skaðin var somikið álvarsamur, at hon helst ikki verður at síggja á vøllinum aftur hetta kappingarárið.
Eisini leikandi venjarin, Ioana Rápa, fekk skaða móti Kyndli, men hóast hon var riggað til, so hon kundi vera á liðnum týskvøldið, so var sjónligt, at hon var darvað av skaðanum.
Miðskeiðis í hálvleikinum mentist VÍF tó nakað, tá Jacklin kom á vøllin ístaðin fyri Ioanu, og tað eydnaðist teimum eisini at minka nakað um munin, soleiðis at bert trý mál skildu liðini í steðginum.
Hetta at munurin nú minkaði, komst helst eisini av, at klaksvíksgenturnar nú tóku sær meira av løttum. Í øllum førum var sjónligt, at tær allar sum ein hugnaðu sær óført á vøllinum, og hóast skeivar sendingar og annað, hoyrdist ikki so mikið sum eitt ilt orð millum leikararnar.
Ikki og lítið
Fleiri áskoðarar tosaðu eisini í hálvleikssteðginum um, at tað kanska ikki fór at vera ógjørligt at vinna hesi trý málini aftur, men tað var so langt ífrá, at VÍF kvinnurnar vóru í nær námind hesum.
Stjørnan ikki bara helst fast um leiðsluna, men økti eisini um hana, og tá tær so miðskeiðis í hálvleikinum fingu sjey mál á rað, var líka sum leyst og liðugt.
Restina av dystinum meira ella minni hugnaðu sær, og leikarar fingu loyvi at royna seg á ymsum plássum, og á tann hátt slíta eitt sindur av gulllakkinum av skónum.
Endaligi munurin gjørdist heili ellivu mál, og tá tikið verður saman um, so var hetta ikki eitt mál ov lítið. Stjørnan var snøgt sagt nógv betra liðið hendan dagin, frá málmanni og út á uttasta vong.
Veldst um Ioanu
Stjørnan hevur sum kunnugt longu tryggjað sær meistaraheitið, og seinasti dysturin móti Tjaldrinum má nú metast at gerast ein rættuligur show-dystur, har leikararnir rættuliga sleppa at vísa síni kynstur.
Hjá VÍF er eitt sindur øðrvísi statt. Tær hava framhaldandi silvurmerkini at berjast fyri, men hetta krevur sigrar í teimum báðum seinastu dystunum, úti móti VB og heima móti Neistanum.
Talan er uttan iva um tveir dystir, sum á pappírinum eru torførir, og sum ikki gerast nakað lættari av teirri sannroynd, at tær mugu vera Marjuna fyri uttan, eins og tað heldur ikki kann takast fyri givið, at Ioana enn eina ferð bítur pínuna í seg og fer á vøllin.
Tað ger hon nú nokk kortini. Hesin stóri rumenin, sum allarhelst er besti kvinnuligi leikarin í landinum, hóast hon meginpartin av árinum hevur noktað at fylgt ráðunum frá læknanum, og er farin á vøllin hóast stóra pínu í rygginum og nú eisini fótinum.
Verður hon við, er væl hugsandi, at VÍF megnar at fáa neyðugu stigini burtur úr hesum báðum dystunum, men uttan leikandi venjarin er ilt at ímynda sær VÍF sum eitt seriøst boð upp á silvurmerkini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Iona Rapa 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 5, Fríða Marjunardóttir 4 (2), Jacklin Durguus 3, Signhild Petersen 3, Óluvá Poulsen 1, Randi Kúrberg 1
Stjørnan: Annika Ljósstein 9 (1), Anna K. Samson 5, Joan M. Joensen 4, Simona Hansen 4, Andrijana Milodanovic 3, Vesna Tomajek 3, Sólvá Eystberg 2, Jastrid Gullaksen 2, Ragna Andreasen 1
Brotskøst:
VÍF 2, Stjørnan 1
Útvísingar:
VÍF 2, Stjørnan 2
Domarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen










