Stjørnan fylgir væl við

Nú VB setti stig til og tapti í Vestmanna leygardagin, ráddi um hjá Stjørnuni at vinna sín dyst í gjár, og tað gjørdi klaksvíkskvinnur uttan trupulleikar, tá Tjaldur vitjaði

Sum fyrr nevnt, var tað við kapp­ingarbyrjan eingin, ið væntaði tað stóra av Stjørnuni og Tjaldri, ið bæði mistu nógv fólk. Men meðan Tjaldur við bara einum stigi fyri sínar nú átta dystir livir upp til hesar vantandi vónir, hevur Stjørn­an støðugt tikið seg fram og gjørt tað so mikið gott, at eitt FM-finalu­pláss slett ikki er ómøguligt.
Júst hesi bæði liðini, Stjørnan og Tjaldur, hava seinnu árini verið tey, øll hini næstan bara hava verið noydd at hugt at, tí hesi bæði mestsum hava verið einaráðandi. Tað eru tey ikki longur, og dysturin í Klaksvík í gjár vísti eisini, at sjálvt spenningurin, ið plagdi at vera, ikki heldur er har meira.
Stjørnan hevði munin frá byrjan til enda, og longu í steðginum vóru seks mál á muni. So hóast Tjaldur kom munandi betur frá síðsta hálva tímanum, flutti tað einki sum helst, tí seks mál vóru á muni á liðunum, tá liðugt var.
Stjørnan kappast beinleiðis við fyrst og fremst VB um at sleppa í FM-finaluna ímóti Neistanum, og eftir hetta umfarið hava VB og Stjørnan bæði 10 stig. VB tapti heldur óvæntað í Vestmanna, og hesum megnaði Stjørnan at gera sær dælt av við sínum sigri á Tjaldri, so Stjørnan væl og virðiliga er á lívi í kappingini um finalupláss.
Tjaldur hevur havt tað tungt og fer helst eisini at hava tað soleiðis alt hetta kappingarárið. Bara eitt stig er komið til høldar í fyrstu átta dystunum, og tjaldurskvinnur eiga enn fyrsta sigurin til góðar. Fimm stig eru av aftasta plássinum upp til tey bæði næstniðastu liðini, so tað er kanska ikki so hugaligt í Runavík fyri tíðina.