Stjørnan fingið serbiskan venjara

Klaksvíkar Ítróttarfelag boðaði hósmorgunin frá, at felagið hevur gjørt avtalu við nýggjan venjara til komandi kappingarár. Talan er um 48 ára gamla Lazarkordic, sum áður hevur verið venjari hjá Jugoslaviskum ungdómslandsliðumm, umframt at hann eisini hevur verið venjari í jugoslavisku kappingini.
Hesin kemur nú at virka sum høvuðsvenjari í felagnum. Eitt starv, sum Svein Rógvi Nielsen annars hevur røkt seinnu árini.