Stjørnan fer at royna at manna lið kortini

Í Sosialinum seinasta leygardag stóð grein um, at tað møguliga ikki fór at eydnast at manna fyrsta kvinnulið hjá Stjørnuni til komandi kappingarár, men á fundi mánakvøldið var meiriluti fyri at gera alt fyri at manna liðið

Geir Wardum, formaður í Stjørnuni, greiðir frá, at nevndin legði fram síni sjónarmið á fundinum, men fleiri, serliga teir eldru leikararnir, sum ikki eru so aktivir nú, søgdu seg vilja gera nógv fyri at fáa liðið mannað til hetta kappingarárið.
Við Sosialin seinasta leygardag, segði formaðurin í Stjørnuni, at tað sá ikki gott út hjá teimum, tá tað kom til leikarar, tí nógvir av leikarunum eru burturstaddir. Og tí setti hann tá spurningin um, tað var realistiskt at tað fór at eydnast teimum at manna eitt kvinnulið til fyrstu deild í hondbólti. Eitt sera svartskygdt sjónarmið, sum at síggja til hevur fingið onkran at vakna í Klaksvík.
- Nevndin er ikki svartskygd, men vit vita, hvussu tunnur hópurin er. Og tí mátti okkurt gerast og tað skjótt. Eg segði tað, sum eg segði, kanska eisini eitt sindur fyri at provokera og at fáa fólk at vakna og síggja, hvussu tað í veruleikanum stendur til við hópinum hjá okkum í ár. Og tað riggaði, tí nú sær tað út sum, vit hava fingið fleiri, sum siga seg vilja gera alt fyri, at liðið verður mannað aftur í ár. Og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Geir, og leggur so aftur at, at tað so ikki verður miðað eftir nakrari topp plasering í ár, men heldur at hanga í.
Geir heldur, at Hondbóltssambandið her hevur fingið okkurt at hugsa um.
- Eg haldi, at Hondbóltssambandið átti at umhugsa at hækka loyvið til útlendskar leikarar úr trimum upp í fýra, fyri at tað skal verða lættari hjá feløgunum ? serliga í útjaðaranum ? at manna lið, sigur hann.

Loppumarknaður
Stjørnan eins og øll onnur feløg, má eisini hava pening til at felagið skal kunna virka, og tí skipar felagið fyri loppumarknaði í dag. Marknaðurin verður í Lognbrá og byrjar klokkan eitt.
Geir sigur, at hetta verður ein loppumarknaður bara við lutum.
- Tað verða ongi klæði á loppumarknaðinum. Tað hevur tað so ofta verið, og tí hugsaðu vit, at royna at hava ein loppumarknað bara við lutum.
Peningurin, sum kemur inn, fer til rakstur av felagnum.