Stjørnan fór við øllum úr Vági

Hondbóltur: Tað tók eina løtu at koma ígongd, men tað eydnaðist Stjørnuni at halda sambandið við oddaliðini, tá tær vunnu í Vági

Stjørnan hevur fingið okkurt gott úrslit í ár, men tað hevur sum heild borið brá av, at liðið ikki rættiliga megnar at fylgja við »teimum stóru«. Undantakið er sjálvandi sigurin á Kyndli í fyrsta umfarinum, men síðani hevur Stjørnan tapt móti bæði Neistanum, StÍF og VÍF.

Sunnudagin vóru klaksvíksgentur í Vági og spældu móti VB, og kravið var ein sigur, um sambandið við oddaliðini skuldi haldast. Tað eydnaðist eisini Stjørnuni at vinna dystin 27-24, men tað var tætt allatíðina, og ikki fyrr enn móti endanum eydnaðist tað at draga somikið frá heimaliðnum, at tær kundu anda eitt sindur lættari.

VB fekk annars betru byrjanina og kom á odda 2-0 og síðani bæði 4-1 og 5-2, men so kom Stjørnan eisini við, og restina av hálvleikinum fylgdust liðini rímiliga væl. Men móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tað Stjørnuni at fáa trý mál, meðan VB einki fekk, so hálvleiksstøðan var 14-10 til vitjandi liðið. Bæði liðini misnýttu eisini hvør sítt brotskast í seinastu minuttunum av hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki byrjaði Stjørnan eisini við einum brotskasti, sum hesaferð endaði í netinum, og so vóru fimm mál á muni. Men VB-kvinnurnar vildu ikki gevast, og tá seinni hálvleikur var komin í helvt, høvdu tær tikið so mikið nógv inn aftur, at støðan var 20-19 til Stjørnuna.

Men so tók klaksvíksliðið sær um reiggj. Upp á stutta tíð fekk Stjørnan trý mál, og tað hóast tær vóru ein spælari færri á vøllinum hesa løtuna. Og so vaks munurin til 26-20, og so var liðugt.

Hjá Stjørnuni var Simona Hansen besti málskjútti við 10 málum, og Anna Kristina Samson skeyt átta. Fyri VB skeyt Arnleyð Krosslá átta mál, meðan Christina Holm og Sólrun Krosslá fingu seks í part.

VB er framvegis niðast saman við GÍ/Tjaldrinum, sum heldur ikki fekk stig hetta vikuskiftið. Næsti dystur hjá vágskvinnum verður heima móti VÍF komandi sunnudag. Stjørnan, sum nú er komið upp á átta stig, men sum hevur spælt fleiri dystir enn hini liðini, hevur heimadyst móti Kyndli næsta leygardag, og sum áður nevnt vann Stjørnan hesa uppgerðina, tá liðini spældu í Havn, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer hesaferð.