Í vikuni kom nýggjur hondbóltsspælari til Klaksvíkar. Talan er um ein ungan málverja, sum spælir við litaviska U21 landsliðnum.
Samstarvið millum Stjørnuna og málverjan, sum eitur Agnes, er komið í lag umvegis hin litaviska spælaran hjá Stjørnuni. Simonu Dziugyte var toppskjútti hjá Stjørnuni í farna kappingarári, og hon kemur aftur til Klaksvíkar at spæla í vetur.
Hon hevur fingið hendur á málverjanum, sum er liðfelagið hjá Simonu á U21 landsliðnum hjá Litava. Tær vóru fyri kortum til eina kapping í Hvítaruslandi.
Rannvá Andreasen var í vetur fyrsti málverji hjá Stjørnuni, og hon verður eftir ætlan eisini við í vetur. Men Stjørnan ynskir at styrkja hetta plássið, so felagið hevur tveir góðar málmenn, verður sagt úr Klaksvík.