Stjørnan einsamøll á øðrum plássi

Stjørnan liggur nú aftur einsamøll á 2. plássi í SunSet-deildini. Hetta gjørdist greitt, eftir at tær í kvøld vunnu tepran 31-30-sigur á oddaliðnum Neistanum. Hálvleiksstøðan var 18-15 til Neistan.

 

Sigurin ber við sær, at Stjørnan nú er einsmøll á 2. plássi við 28 stigum, meðan VB nú aftur má renna aftaná og hevur 26 stig.