Stjørnan-Neistin 34-22 (19-12):
Tað ber illa til at siga, at spælt varð bara upp á eitt mál í einum hondbóltsdysti. Men vendingin er ikki heilt veruleikafjarð, tá Stjørnan vindur seg upp.
Tað gjørdu meistararnir týskvøldið, tá Neistin vitjaði, og úrslitið varð eisini hareftir.
Snøgt sagt, so fekk Neistin ikki eitt bein til jørðina fyrstu løtuna, og longu eftir fyrsta korterið stóð greitt, at stigini undir øllum umstøðum vórðu verandi í Klaksvík.
Tá munurin fyrstu lítlu løtuna longu nærkaðist teimum 10 málunum, varð ferðin tikin nakað av spælinum, og Neistin kom alt meira við í dystin. Men spennandi gjørdist tað ongantíð.
Við sigrinum undirstrikaði Stjørnan, at tær enn skulu roknast sum nógv tað sterkasta kvinnuliðið í landinum. Neistin man hinvegin í verandi løtu leggja størri orku í at vinna allar aðrar dystir enn júst tann móti Stjørnuni. Gera tær bláu tað, so eru tær vísar í einum plássi í FM-finaluni, har Stjørnan aftur verður móstøðuliðið.
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 34-22 (19-12)
10 min: 7-1
20 min: 13-6
40 min: 26-16
50 min: 31-17
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 11(3), Durita Christophersen 9, Joan M. Djordjevic 5, Anna Kristina Samson 3, Durita Mikkelsen 2, Maria við Neyst 2, Durita Ljósstein 1, Bára S. Klakstein 1
Neistin: Elin Staksund 7, Ása á Neystabø 5, Rakul Augustinussen 3(1), Anja Heinadóttir 2, Ása Christiansen 1, Nicoleta R. Hansen 1, Unn J. Kragesteen 1, Edith Dahl Olesen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, Neistin 2
Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 5
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen