Hondbóltur: Stjørnan vant týskvøldið burtur úr Tjaldri í Runavík og vann við 14 málum, og eftir fyrra hálvleik í Klaksvík í gjárkvøldið bendi alt eisini á, at sigurin hesa ferð fór at gerast líka trivaligur, tí hálvleiksstøðan var 14-8 til Stjørnuna, sum hevði fingið nógv at rigga, meðan mestsum einki riggaði hjá Tjaldri.
Men fram ímóti steðginum sá út til, at verjan hjá Tjaldri byrjaði at koyra betur, og eftir steðgin vísti liðið tað verjuspælið, sum var ein stór orsøk til føroyameistaraheitið í fjør. Tjaldur stongdi av, so Stjørnan ikki slapp til nakað sum helst, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki skoraði Tjaldur átta ferðir og Stjørnan bara tvær ferðir – og tá klokkan á vegginum vísti 13:46, var Adina Petrea á blettinum, og so stóð brádliga á jøvnum, 16-16.
Hetta kløkkaði heimaáskoðararnar, tí fáur hevði roknað við, at dysturin skuldi fáa slíka vend. Men so mentist Stjørnan spakuliga og byrjaði aftur at skora. Tá Joan Midjord Joensen við einum skjótum fótskifti snýtti Tjaldurs-verjuna og skoraði til 19-16, líktist dysturin aftur sær sjálvum.
Greipan til Klaksvíkar
Tjaldur kom ongantíð afturíaftur, og tað endaði við enn einum greiðum sigri til Stjørnuna, ið vann við átta málum, tá avtornaði. Breiddin hjá klaksvíkskvinnum var enn eina ferð munurin, tí Stjørnan kundi alla tíðina seta úthvíldar spælarar inn, samstundis sum tær føstu hjá Tjaldri bara møddust.
Rómurin var øgiligur, tá dysturin endaði og fegnu Stjørnu-fjeppararnir tustu inn á vøllin. Enn eina ferð hevði tað eydnast felagnum at vunnið eitt meistaraheiti, sum er tað áttanda í røðini, heitið hesa ferð var bara undirstrikingin av einum fantastiskum kappingarári hjá klaksvíkskvinnum.
Stjørnan hevur í ár eisini vunnið steypakappingina, so greipan endaði altso í Klaksvík. Og í føroyameistarakappingini hava tað síðstu sjey árini bara verið Tjaldur í fjør og VB í 2005, sum hava brotið sigursrøðina hjá Stjørnuni!









