Stjórin vil verða vinur við starvsfólkini

Stjórin vil gjarna verða vinur við síni starvsfólk á Facebook, men starvsfólkini hava ikki eins góðan hug at verða vinir við stjóran Tað skrivar svenska heimasíðan chef.se.

 

Felagið Manpower og Kairo Future hevur gjørt eina kanning millum 9700 persónar, og kanningin vísir, at næstan triði hvør stjóri vil hava síni stavsfólk sum vinir á Facebook-netsíðunum. Serliga eru tað teir yngru stjórarnir, sum vilja hava tætt samband við síni starvsfólk.

 

Kanningin vísir hinvegin, at áhugin millum starvfólkini fyri at verða vinur við stjóran er munandi minni. Bert eini 15 prosent av teimum, sum brúka Facebook, vilja hava stjóran sum Facebook-vin.