Stjóralønirnar í teimum báðum føroysku tryggingarfeløgunum kunnu illa samanberast, tí stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar fær meira enn dupult so nógv í løn, sum stjórin í Trygd.
Meðan stjórin í »sínamillumtryggingarfelagnum« (faktiskt almenna) Tryggingarfelagnum Føroyar, fær 171.000 krónur í lønum um mánaðin – ella gott og væl tvær milliónir um árið í løn – so fær stjórin í Trygd, sum er dóttirfelag hjá privata BankNordik, »bara« eina lítla millión í løn um árið – ella 914.000 krónur, sum er 76.167 krónur um mánaðin.
Soleiðis er stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum fríggjadagin varð sendur til hús við eini uppsagnarløn upp á góðar fýra milliónir krónur, nógv betur tryggjaður, enn stjórin í Trygd.
Tað framgongur ikki í roknskapinum hjá Trygd, hvussu langa uppsagnartíð stjórin hevur. Men tá Janus Petersen varð koyrdur frá sum stjóri í BankNordik við løn í trý ár, segði nevndarforkvinnan, Stine Bosse, at nýggi stjórin ikki fekk somu lukrativu fráfaringaravtalu, sum gamla nevndin hevði givið Janus Petersen. Neyvan fáa stjórar í dóttirfeløgum bankans eins góðar sømdir, sum forstjórin.
Tí er valla hugsandi, at stjórin í Trygd fær eins langa uppsagnartíð, sum Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, fær. Og tá lønin er minni enn helvtin av tí, sum Regin Hammer fekk, so verður tað altíð nógv bíligari hjá BankNordik at senda stjóran í Trygd til hús, skuldi tað verið neyðugt.