Stjórin í Skipaeeftirlitinum sagt upp

Óli Hans Hammer Olsen takkar fyri seg tann 1. desembur

Tað er nú greitt, at Skipaeftirlitið skal hava nýggjan stjóra.

Óli Hans Hammer Olsen, sum hevur verið stjóri á Skipaeftirlitinum frá tí at tað varð yvirtikið fyri seks árum síðani, hevur gjørt av at siga seg úr starvi frá 1. desember at rokna.

Men hann klamsar ikki við hurðinum nú hann fer og uppsøgnin hevur onki við ónøgd at gera.

- Hetta er ein avgerð, eg havi hugsað bæði væl og leingi um, sigur hann.

Hann vísur á, at hann hevur altíð hildið, at fimm ár í einum almennum leiðarastarvi eru nóg mikið, tí tað er strævið. Men nú hevur hann verið stjóri á Skipaeftirlitinum í seks ár.

- Og tí ið eg sum almennur stjóri fari at hugsa um at slaka av, er tíðin komin at gevast og at lata frískar kreftir sleppa framat.

Annars hevur honum dámað sera væl á stovninum og starvið hevur verið avbjóðandi.

- Men skuldi ein nýggjur stjóri fingið brúk fyri onkrum upplýsingum, verið eg saktanst til taks til tað, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tíðin er ikki búgvin til at avdúka, hvat hann nú fer at gera – men tað hevur onki við skip at gera, leggur hann afturat.

Stjórin í Skipaeftirlitinum, Óli Hans Hammer Olsen, leggur nú frá sær og ta næstu tíðina skal hann onki hava við skip at gera, sigur hann