– Fyribils eri nøgdur, tí eg stúrdi fyri tí ringasta.
Tað sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu sjúkrahúsverkið skal mennast.
Eitt, sum Læknafelagið hevur lagt eina størsta dentin á, er, at alt sjúkrahúsverkið verður lagt saman undir eina felags, fakliga leiðslu.
– Eg stúrdi fyri, at tað fór at verða sópað av borðinum av politiskum ávum, men tað er við í ætlanini, staðfestir Pál Weihe.
Men hann leggur samstundis dent á, at her má talan verða um eina fakliga leiðslu, sum kanna leggja kósina fyri sjúkrahúsverki. Sostatt má talan ikki vera um ein kransakakufigur, ella, sum onki innihald hevur í starvinum, ella um ein økonom, sum bara hevur til uppgávu at fáa fíggjarliga roknistykkið at ganga upp, heldur hann.
Trýst á pílin undir myndini og lurta, hvat Pál Weihe hevur at siga um frágreiðingina, sum nú er løgd fyri Løgtingið um at menna heilsuverkið.










