Stjórin í Oljumálastýrinum

- Óheppið á sáa iva

 

Olja og val


Herálvur Joensen, stóri í Oljumálastýrinum ivast ikki í, at føroyingar hava fingið og eiga rættin til oljuna, tvs. til ráevnini í undirgrundini. Hetta var eisini tað hann útalaði til dansdka sjónvarpið í vikuni. ?Núverandi stjórnin og forsætisráðharrin hava staðfest, at tey stóu við avtaluna frá 1992. Tí hava vit onga grund til at ivast í tí leggur hann aftrat.


Herálvur Joensen heldur tað ikki vera serliga heppið, tá tað verður sáddur ivi um tær avtalur við hava gjørt við Danmark og sum m.a. eru grundarlag undir okkara egnu lógum og reglum mótvegis oljufeløgunum.


Herálvur Joensen sigur, at hvørja ferð ivi verður sáddur um vit eiga rættin til ráevnini so spyrja oljufeløgini, sum hava fingið undirdeildir í Føroyum, um tað eru føroyingar tey skulu samráðast við. Og hann heldur fram:


-Tað kann ikki tæna føroyskum áhugamálum alla tíðina sjálvir at ganga og sáa iva um vit nú hava tann myndugleika, sum vit útinna sigur stjórin í Oljumálastýrinum, sum sjálvur er bangin fyri, at tað skaðar meira enn tað gagnar.