Stjórin má fáa neyðug amboð at arbeiða við

LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Politikarar mugu geva einum nýggjum stjóra á Landssjúkrahúsinum neyðug stýringsamboð, so at ikki eisini hann kemur í óføri, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Búskapar og Løgfrøðingafelagnum

- Tey, sum fara at søkja starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum eiga at gera sær greitt, at talan er um ein heitan sess, sum er ótryggur at sita í.
Tað heldur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Búskapar og Løgfrøðingafelagnum.
Hon hevur ikki orsøk til at halda annað enn at Allan Skaalum hevur gjørt eitt gott arbeiðið í starvinum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Men hann er tann fjórði stjórin á rað sum kemur sær í óføri av fíggjarligum trupuleikum á Landssjúkrahúsinum hesi seinastu 12-14 árini og sum er noyddur úr starvi av tí sama.
Jóanna Djurhuus leggur dent á, at hon kennir ikki smálutirnir í hesum málinum.
- Men støðan á Landssjúkrahúsinum kundi bent á, at stjórin hevur ikki nóg góð amboð at stjórna sjúkrahúsinum við.
Í hesum sambandi vísir hon til nógv umrøddu Valcon kanningina, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani.
- Tann kanningin vísti á nakrar ábøtur, sum vóru neyðugar fyri at tað kann bera til at stýra fíggjarligu gongdini neyvari.
Hon staðfestir, at tað er ein politisk avgerð um at seta tey tilmælini í Valcon kanningini í verk.
Og tað heitir hon nú á politiska myndugleikan um at gera.

Mugu taka avgerð
Men hon mælir eisini politiska myndugleikanum staðiliga til at taka eina yvirskipaða avgerð um, hvørjar tænastur, Landssjúkrahúsið skal veita og hvørjar viðgerðir skulu gevast.
- Og so má myndugleikin betala fyri tað.
- Hinvegin má politiski myndugleikin so eisini gera greitt, hvørjar viðgerðir og tænastur, teir ikki eru sinnaðir at betala fyri at heilsuverkið skal veita føroyingum.
Jóanna Djurhuus heldur, hetta eru neyðug amboð, sum politiski myndugleikin má geva tí næsta stjóranum á Landssjúkrahúsinum so at ikki eisini hann kemur sær í óføri.
Tað er eisini óvirðiligt mótvegis sjúklingum at gevast við fleiri viðgerðin tá ið árið er hálvrunnið, so her krevst onkusvegna betri tilrættislegging, leggur hon afturat.
- Men krevur politiski myndugleikin eina betri fíggjarstýring, má hann eisini geva tí næsta stjóranum tey neyðugu amboðini at stýra við, so at vit ikki aftur standa í somu støðu um eitt ár, leggur hon afturat.