Stjórin á Landsverki fer frá

Byggigølan á Glasi hevur nú kostað honum starvið

Ewald Kjølbro er í dag farin frá sum stjóri á Landsverki. Tað boðar Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, frá í eini stuttari fráboðan í dag. Hann sigur, at orsøkin til avgerðina er er byggimálið Glasir.

 

Í hesum sambandi hava Ewald Kjølbro, og Samferðslumálaráðið, í felag gjørt av at enda samstarvið. Landsstýrismaðurin fer skjótast møguligt at seta ein fyribils stjóra at røkja uppgávur stjórans á Landsverki, sigur Heðin Mortensen