Norðlýsið veit í dag at siga, at Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ætlar sær úr starvinum sum sjúkrahússtjóri.
Við Norðlýsið sigur Heri Ellingsgaard, at hann hevur verið í starvinum í 35 ár og er nú 63 ára gamal, og tí heldur hann tíðin er búgvin til at takka fyri seg.
Víðari sigur hann við Norðlýsið, at hetta er ein so mikið nýggj avgerð, at hann enn ikki hevur fingið svar frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum um umbønina um at verða loystur úr starvi til várs.